Vánalig veðurlíkindi útsettu kongsvitjanina í ein dag

Ætlanin var, at Fríðrikkur, kongur og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skuldu koma til Grønlands í sama flogfari i kvøld, men soleiðis verður ikki

Sambært ætlanini skuldi Fríðrikur, kongur, koma til Grønlands í kvøld, men soleiðis, sum vit skrivaðu her á In.fo longu fyrrapartin, var ivaveður í Nuuk, og tí var óvist, um grønlendska atlantarhavsflogfarið fór at flúgva í kvøld.

 

Nú er greitt, at ferðin hjá Fríðriki, kongi, fyribils er útsett í ein dag, tí eingin flúgving er millum Keypmannahavn og Nuuk í kvøld, veit danska kongshúsið at siga, og tað er Ritzau, sum endurgevur.

 

Ætlanin var annars, at Fríðrikur og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skuldu koma til Grønlands í sama flogfari i kvøld. Nú er flogferðin útsett til klokkan 08.30 lokala tíð í morgin, tá flogfarið ætlandi lendir í Nuuk.

 

Sum skilst, fær seinkingin tó ongar avleiðingar fyri kongsvitjanina í Grønlandi.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/kongur-og-landsstyrisformadur-lenda-i-nuuk-i-kvoeld

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 


 

 

Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix