Í morgin, sunnudagin 2. mars klokkan 11, verða dyrnar latnar upp aftur í Vesturkirkjuni.
Kirkjan hevur verið stongd nú í ein mánað vegna umvælingar. Stórarbeiðið er gjørt. Altarveggurin »Jákupsstigin«, sperrurnar um tornvindeyguni og forkirkjan eru málað, og harumframt er gjørt wc til rørslutarnað.
Til gudstænastuna prædikar Hanus á Gørðum, sóknarprestur, kristiliga sangkórið syngur, og tað verður altargongd.
Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið kaffi og køkur.
##med2##
##med3##