VIDEO: Her eru tey fimm málini Hákun skoraði móti Göppingen

(Video) Síggj hvussu Hákun West av Teigum gjørdi góðan mun í greiðum sigri hjá Füchse Berlin

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu ígjár í dysti á útivølli í týsku bundesliguni stórsigur 43-28 á Göppingen. Í steðginum vóru berlinararnir frammanfyri 21-11.

 

Tað gekk væl hjá Hákuni, ið skoraði fimm mál upp á seks málroyndir. Tíverri fyri Füchse Berlin vann Melsungen eisini sín dyst, so bæði liðini hava 50 stig hvør fyri 30 dystir.

 

Hóskvøldið 29. mai klokkan 19 verður toppdystir í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá taka Hákun og liðfelagarnir móti Melsungen.

 

HER ber til frá Youtube-rásini Siggi­_Channel at síggja tey fimm málini Hákun skoraði í dystinum ígjár:

 

##med2##