Sunnudagin vóru Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki fyri øðrum tapinum á rað í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Hesaferð tapti SJK á heimavølli 2-3 fyri VPS. Skarprættari var gamla liðfelagin hjá Samuel í HB í 2023, Mads Borchers.
Mads Borchers legði VPS á odda við einum brotssparki í fimta minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði hann sigursmálið hjá VPS.
Tað eydnaðist SJK at svara aftur aftaná fyrra málið hjá Mads Borchers, og legði heimaliðið seg á odda 2-1. Men tað endaði kortini við, at VPS fór við øllum trimum stigunum.
Samuel spældi enn einaferð allan dystin fyri SJK.
SJK er næstfremst í deildini við 13 stigum. KuPs er greitt oddalið við 19 stigum fyri sjey dystir.
Hósdagin klokkan 16 - klokkan 18 finska tíð - spælir SJK dyst á útivølli móti Gnistan.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum millum SJK og VPS:
##med2##
##med3##