VIDEO: PSG bankaði Atletico Madrid (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum PSG-Atletico Madrid 4-0 (2-0)

Nýkosnu Champions League meistararnir, Paris Saint Germain fingu eina góða byrjan upp á HM fyri felagslið í USA.

 

Í innleiðandi dystinum í bólki B vann PSG stórsigur 4-0 á Rose Bowl leikvøllinum í Pasadena í Kaliforniu. 

 

PSG-Atletico Madrid 4-0 (2-0)

1-0 Fabian Ruiz ('19)

2-0 Vitinha ('45+)

3-0 Senny Mayulu ('87)

4-0 Lee Kang-in. br. ('90+)

 

Í bólki C legði týska stórliðið, Bayern München fyri við at vinna heili 10-0 á nýsælendska liðnum, Auckland City á TQL leikvøllinum í Cincinnati í Ohio. Leikararnir hjá Auckland hava ikki fótbóltin sum livibreyð, og fleiri av teirra stuðulsleikarum fingu ikki frí frá sínum arbeiðsgevarum fyri at kunna taka lut í HM fyri felagslið. So Auckland fær tað hart í hesari kappingini, har hini bæði liðini í bólki C eru Boca Juniors úr Argentina og Benfica úr Portugal. 

 

Tey løgna við dagsins sigri var, at Harry Kane var á vøllinum í ein tíma, og hóast Bayern skoraði 10 mál, so megnaði Kane ikki at koma á máltalvuna í dag. 

 

Annars er talan um størsta sigurin í søguni, tá um HM fyri felagslið ræður. Fyrr var talan um eina væl minni kapping við bert einum luttakara frá hvørjum heimsparti. 

 

Bayern München-Auckland City 10-0 (5-0)

1-0 Kingsley Coman ('6 )

2-0 Sacha Boey ('18 )

3-0 Michael Olise ('20 )

4-0 Kingsley Coman ('21 )

5-0 Michael Olise ('45 )

6-0 Thomas Müller ('45 )

7-0 Jamal Musiala ('67 )

8-0 Jamal Musiala, br. ('73 )

9-0 Jamal Musiala ('84 )

10-0 Thomas Müller ('89 )

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Paris Saint Germain-Atletico Madrid 4-0 (2-0):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá 10-0 stórsigrinum hjá Bayern München:

 

##med3##