VIDEO: Síggj løtuna tá Leivur javnaði til 32-32

(Video) Her sæst løtan, ið tryggjaði Føroyum týdningarmikið stig í EM-undankappingini

HER  ber til at síggja seinastu løtuna av EM-undankappingardystinum Føroyar-Niðurlond 32-32 (18-14), har Leivur Mortensen í seinastu sekundunum javnaði til endaligu støðuna 32-32.

 

Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14) - EM undankappingardystur við Tjarnir í Hoyvík. 

 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 7/29 og Aleksandar Lacok 2/12.

 

Mál: Elias Ellefsen á Skipagøtu 11, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 5, Teis Horn Rasmussen 4, Leivur Mortensen 3, Allan Norðberg 2, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Hallur Arason, Tróndur Mikkelsen, Ísak Vedelsbøl, Rói Ellefsen á Skipagøtu.