Rogvi Olavson finst í skrivi harðliga at Javnaðarflokkinum í býráðnum fyri ikki at hava útvegað nóg mikið av dagstovnaplássum til øll tey, ið hava brúk fyri plássi.
Rætt er, at kommunan hevur tørv á fleiri plássum. Men hetta er ikki ein nýggj støða. Hon byrjar faktiskt í undanfarna samgonguskeiði undir Anniku Olsen og Gunvør Balle.
Javnaðarflokkurin virkaði konstruktivt saman við teimum tá og fleiri góðar ætlanir vórðu framdar.
Her kunnu nevnast:
- Fríðriksgarður lat upp í 2019 við fýra nýggjum stovum (64 nýggj pláss)
- Býlingshúsið í Maritugøtu varð uppbygt við einari stovu í 2019 (12 nýggj pláss)
- Býlingshúsið Inni á Gøtu varð útbygt við einari stovu í 2019 (12 nýggj pláss)
- Býlingshúsið vesturi á Flat varð bygt út í 2020 við fýra nýggjum stovum (64 nýggj pláss)
- Lonirnar í Hoydølum byrjaðu í 2019 (48 pláss)
- Miðstovnurin flutti í gamla realskúlan og umbyggingin av skúlabygningi í Kongagøtu til dagstovn varð liðug í ár (96 nýggj pláss)
Harumfamt hevur býráðið júst samtykt at byggja Dagstovnin á Hamrinum við seks nýggjum stovum og harvið 96 nýggjum plássum, sum verða tøk í 2024.
Aftrat eru fyrireikingar byrjaðar at útbyggja Býlingshúsið í Norðasta horni við trimum stovum (44 nýggj pláss), og at útbyggja Dagstovn Hans Andrias Djurhuus út við tveimum stovum (32 pláss).
Alt hetta tilsamans eru uml. 370 nýggj pláss, sum øll í býráðnum hava viðvirkað til, og vit eru sannførd um, at kommunan um stutta tíð hevur neyðuga plásskapasitetin.
Rogvi Ólavson finnist eisini at BARN skipanini, sum er trupul at brúka, tá pláss ikki eru tøk. Har eru vit samdir, og mentamálanevndin hevur á síðsta fundi avgjørt at fara frá hesi skipanini og hevur sett í gongd at fáa eina nýggja og meira brúkaravinarliga skipan, har foreldur ikki sjálvi skulu leita eftir plássi, men skipanin.
Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin í býráðnum hevur støðuna hjá foreldrum og børnunum fremst í huga. Vit gleðast um stóra fólkavøksturin og tey mongu smáu, sum eru løgst aftrat. Tørvin á dagstovnaplássum loysa vit eisini.