Vinnukaffi, har kommuna og vinna hittast og fáa eitt prát afturvið einum kaffimunni, hevur í nøkur ár verið fastur táttur í Vági.
Og soleiðis verður aftur í ár.
Vágs Kommuna bjóðar øllum vinnurekandi í kommununi til Vinnukaffi, skrivar vagur.fo.
Tiltakið verður í Miðlatúni fríggjadagin 24. januar 2025, kl. 10.00.
Endamálið er at skapa høvi fyri práti og netverkan við góðum kaffi og køkum, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.