Í Sosialinum hetta vikuskiftið er ískoytisblaðið Vísindavøka, sum givið út í sambandi við Vísindavøkuna, sum verður í næstum.
Í grein í blaðnum greiðir Heini í Skorini, granskari, frá um verkætlan um at greina viðurskiftini millum Føroyar og Russlandi.
– Almennu Føroyar fordøma nú russiska álopið á Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt. Vit liva í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini. Fyri smátjóðir er tað vorðið truplari at vera neutral og vinir við øll, og heimurin tvingar okkum í størri mun at velja síðu, sigur Heini í Skorini millum annað í samrøðuni í Vísindavøku í Sosialinum.
##med3##
Í blaðnum er eisini samrøða við Pál Vitalis Joensen, sum er samskipari hjá Antidoping Føroyum undir yvirskriftini:
– Hevur sterka rættvísiskenslu í stríðnum móti doping.
Hann fegnast um, at kunna arbeiða ímóti doping. Sum ítróttafólk á hægsta stigi hevur hann roynt at kappast ímóti og vant saman við ítróttarfólki sum eru dømd fyri doping.
##med2##
Í Sosialinum er eisini samrøða við Elina á Rógvi, sum vann barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Flytifuglar. Bókin snýr seg um 11 ára gomlu Mai, sum er ættað úr Tailandi, og hevur búð í Vestmanna síðani hon var 6 ár.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið - og haldara kunnu lesa blaðið á www.sos.fo