Tað sigur Aksel V. Johannesen við útvarpið. Hann sigur, at fundurin í Tindhólmi í morgun var ein óformligur fundur, har løgmaður hevur greitt frá føroyska ynskinum um størri uttanríkispolitiskar heimildir.
Tey trý, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hildu ríkisfundin úti í Tindhólmi í morgun.
Sambært Kringvarpinum var Mette Frederiksen fámælt eftir fundin og vísti til tíðindafundin, sum er ásettur at vera í Stokkastovuni í Tinganesi í morgin. Men hon segði tó, at fundurin var góður.
Løgmaður sigur við Kringvarpið, at hann hevur eingi lyfti fingð, men hann væntar, at á fundinum í samstarvsráðnum í morgin fara tey at gera niðurstøðu um, hvussu farast skal fram til tess at Føroyar fáa størri politiskar heimildir í ríkisfelagsskapinum.
Í samstarvsráðnum sita teir tríggir stjórnarleiðararnir umframt landsstýrisfólk úr Føroyum og Grønlandi og danskir stjórnarlimir.