Yvirlit: Hesi eru í FM-finalunum í borðtennis

Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis hevur verið spæld í dag, Flaggdagin 25. apríl, í høllini á Hálsi í Havn, har kappast varð í øllum greinunum, nevniliga einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

 

Tíðindaskriv:

 

Í FM-finalunum hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av FM-finaluni í fjør, har tær báðar TBF-kvinnurnar, Anja Wongwai og Britt Michelsen, sum nú undir lesnaði í Danmark umboða Amager BTK, aftur fara at hittast. Síðsta ár var Anja Wongwai omaná og vann sítt fyrsta FM-heiti, og spennandi verður at síggja hvør teirra megnar at vinna sítt annað FM-heiti. Britt var nevniliga føroyameistari fyrraárið.


Hjá monnunum verður ikki talan um eina endurtøku av FM-finaluni í fjør. Hálvføroyski Albert Weihe Wolfsberg, sum hevur verið føroyameistari síðstu trý árini, spældi seg uttan stórvegis hóvasták í finaluna, har hann í ár hittir 19 ára gamla Ára Fríðason Jensen, sum er í síni fyrstu FM-finalu. Ári megnaði í hálvfinaluni heldur óvæntað at vinna 4-3 á stórabeiggja sínum, Fróða, sum í ár má taka til takkar við bronsuni.


Ári er hin triði og yngsti í systkinaflokkinum, sum nú hevur megnað at spælt seg í FM-finaluna í einmansleiki. Eldru systkini, Fróði og Durita, hava eina røð av FM-heitum í skjáttuni. Fróði hevur verið føroyameistari í 2012, 2014, 2018, 2019 og 2021, meðan Durita hevur verið føroyameistari í 2014, 2015 og 2019.


Tilsamans fimm FM-finalur í borðtennis verða spældar í morgin á stóra felags Kontrast FM-finaludegnum hjá borðtennis, badminton og judo. Yvirlit yvir finalurnar og úrslit frá innleiðandi kappingunum síggjast niðanfyri.

 

 

 

Einmansleikur - menn

 

Fjórðingsfinalur

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) – Poul Knút Poulsen (TBF) 4-0

Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) – Peter Hentze Niclasen (Tór) 4-2

Fróði Fríðason Jensen (Tór) – Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF) 4-0

Ári Fríðason Jensen (Tór) - Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) 4-0


Hálvfinalur

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 4-0

Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Ári Fríðason Jensen (Tór) 3-4


Finala

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Ári Fríðason Jensen (Tór) – leygardagin kl.14:55

 

-

 

Einmansleikur - kvinnur

 

Hálvfinalur

Anja Wongwai (Amager BTK) – Elinborg C. Mortensen (TBF) 4-2

Britt Michelsen (Amager BTK) – Hadassa S. Christiansen (Tór) 4-1


Finala

Anja Wongwai (Amager BTK) - Britt Michelsen (Amager BTK) - leygardagin kl.13:15

 

 

Tvímansleikur - menn

 

Fjórðingsfinalur

Knútur Jóannesarson (Tór) / Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) - Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Teitur Haraldsen Albinus (Tór) 3-1

Bogi Gardar Bringsberg (Tór) - Jóel E. Bringsberg (Tór) - Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF) 2-3


Hálvfinalur

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Ári Fríðason Jensen (Tór) - Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF) 3-0

Fróði Fríðason Jensen (Tór) / Hallur Thorsteinsson (Tór) - Knútur Jóannesarson (Tór) / Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) 3-0


Finala

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Ári Fríðason Jensen (Tór) - Fróði Fríðason Jensen (Tór) / Hallur Thorsteinsson (Tór) – leygardagin kl.10:40

 

 

 

Tvímansleikur – kvinnur

 

Hálvfinala

Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór) / Elinborg C. Mortensen (TBF) / Majken Hammer (TBF) 3-0


Finala

Anja Wongwai (Amager BTK) / Britt Michelsen (Amager BTK) - Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór) – leygardagin kl.10:00

 

 

Blandaður tvímansleikur

 

Fjórðingsfinalur

Elinborg C. Mortensen (TBF) / Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF) – Majken Hammer (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF) 3-0

Hadassa S. Christiansen (Tór) / Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) – Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) 3-2


Hálvfinalur

Britt Michelsen (Amager BTK) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Elinborg C. Mortensen (TBF) / Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF) 3-0

Anja Wongwai (Amager BTK) / Ári Fríðason Jensen (Tór) - Hadassa S. Christiansen (Tór) / Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 3-0


Finala

Britt Michelsen (Amager BTK) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Anja Wongwai (Amager BTK) / Ári Fríðason Jensen (Tór) – leygardagin kl.11:20