Yvirtøka av loftrúminum er ein no-brainer!

Komandi valskeið eiga vit at taka upp  samráðingar  við  donsku stjórnina  um  yvirtøku  av loftrúminum yvir Føroyum, og at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um skipan av einum føroyskum loftrúmseftirliti, soleiðis at vit kunnu flyta umsitingina av loftrúminum til Føroyar.

 

Tað ber til at yvirtaka alt loftferðsluøkið, hóast ávísir partar stríðast móti tí av øllum alvi. Tað ber ikki til fyri hesar partar, tí tað gagnar teimum, at tað ikki ber til.

 

Men tað *ber* til!

 

Men hetta krevur at føroyskir myndugleikar menna førleikar innan økið á fleiri mótum. Ein yvirtøka av málsøkinum ber við sær at føroyskir myndugleikar taka sær ábyrgd av økinum, og fyri at røkka hesum málið, er neyðugt at stovna ein føroyskan loftferðslumyndugleika, ið kann røkja tær uppgávur, ið standast av núverandi skipan av loftrúminum yvir Føroyar.

 

Ein avgerð um at flyta umsitingina og eftirlitið av føroyska loftrúminum til Føroyar, umframt at seta á stovn ein føroyskan loftferðslumyndugleika, kemur at bera við sær eina menning av førleikum í Føroyum, ið eru avgerðandi fyri, at Føroyar fær yvirtikið øll málsøkið, ið hava við føroyska loftrúmið at gera.

 

Í dag verður føroyska loftrúmi umsitið av Íslendskum myndugleikum, eftir sáttmála millum Ísland og Danmark. Føroyar eru ikki sáttmálapartur. Neyðugt er at Føroyar yvirtekur danska sáttmálapartin, og samráðist seg til at flyta umsitingina og eftirlitið av loftrúminum, ið umfatar føroyskt øki, til føroya.

 

Um Føroyar skal yvirtaka loftrúm og loftferðslu, er neyðugt at stovna ein føroyskan loftferðslumyndugleika, sum kann røkja tær uppgávur, ið standast av at yvirtaka økið. Tað merkir m.a. eftirlit við flogvøllum, loftferðslufeløgum og flogskúlum, radaraskipanir, Search & Rescue (SAR) og annað tilknýtt virksemi. Hetta fer at bera við sær mong vitanartung arbeiðspláss. Ein slíkur loftferðslumyndugleiki skal mannast av fólkum við serstøkum útbúgvingum og royndum, eitt nú verkfrøðingar, flúgvaramekanikarar, pilotar, flúgvileiðarar, veðurfrøðingar og so framvegis. Harafturat krevst servitan á innan altjóða løgfrøði, ES-løgfrøði og starvsfólk við royndum innan løgfrøði, búskap og umsiting.

 

Ein slíkur loftferðslustovnur kostar onki fyri landskassan, men verður fíggjaður við tí játtan sum ICAO í dag rindar til Ísland og Danmark fyri at umsita føroyska loftrúmið.

 

Eftir at slíkur stovnur er settur á stovn í Føroyum, kann arbeiðast víðari við at førleikamenna á økinum, inntil vit hava allar neyðugar fortreytir fyri at umsita føroyska loftrúmi á ein fullgóðan hátt. Ein slík yvirgongd tryggjar, at vit fáa ment neyðugu førleikarnar í Føroyum, áðrenn vit taka stigið at yvirtaka økið.

 

Hetta hevði havt við sær størri sjálvræði, ábyrgd av týðandi altjóða viðurskiftum, førleikamenning á hægsta stigi og fleiri vitanartung arbeiðspláss - og alt hevði verið fíggjað av teimum flogførum, sum í dag flúgva yvir Føroyar.

 

Hetta er ein no-brainer!

 

 

 

Bjarni Kárason Petersen,

 

valevni fyri Framsókn