07 Vestur váttar: Dan Brimsvík nýggjur venjari

Dan Brimsvík er nýggi høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur

Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari.

Sum in.fo skrivaði í gjárkvøldið, so er fyrrverandi B36 venjarin, Dan Brimsvík, nýggjur venjari hjá 07 Vestur. Felagið skrivar soleiðis í morgun:

 

»Tað er við gleði, at 07 Vestur kann almannakunngera, at felagið hevur sett Dan Brimsvík sum høvuðsvenjara fram til endan av 2026.

 

07 Vestur hevur verið í stórari menning seinastu árini og tað er umráðandi, at tann menningin heldur áfram og at bygt verður uppá í felagnum, bæði innanfyri og uttan fyri vøllin. Komandi tíðina verður serligt fokus lagt á at fáa spælt nakrar av ungu talentunum inn á besta liðið.

 

Lesið eisini: Dan fer at stýra vágamonnum

 

Dan hevur UEFA A-Lisens og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin Bachelor í Ítróttarvísind frá Københavns Universitet.

 

- Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttan fyri vøllin, sigur nevndin.

 

Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum.

 

- Eg vóni at kunna byggja upp á tað góða arbeiði sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.

 

- Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni, har liðið roynir at fáa fatur á ovara hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis, at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík.

 

Vit bjóða Dan hjartaliga vælkomnum vestur.«

 

Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari.