Ein tilburður við bili, sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í kanadiska býnum Vancouver hevur higartil kravt 11 mannalív.
Tað upplýsir Steve Rai, virkandi løgreglustjóri hjá løgregluni í Vancouver á tíðindafundi.
Hendingin hendi stutt eftir klokkan 20 lokala tíð, hevur løgreglan áður boðað frá. Tað er stutt eftir klokkan 4:00 sunnumorgun okkara tíð.
Á tíðindafundinum sigur Rai, at ákærdi koyrdi ein svartan Audi SUV.
Hann leggur afturat, at talið av deyðum, sum áður var níggju, kann hækka. Hetta skrivar BBC.
/Ritzau/