Reuters endurgevur í dag statsriknar norðurkoreanskar miðlar, sum vátta, at landsins leiðari, Kim Jong-un, hevur sent herfólk til Russlands.
Uppgávan hjá norðurkoreansku herfólkunum er at berjast á russiskari síðu í krígnum móti Ukraina.
Hetta er sambært Reuters fyrsta almenna váttanin um, at Russland hevur fingið stuðul úr Norðurkorea í krígnum.
Sambært suðurkoreansku tíðindastovuni Yonhap hevur Russland eisini fyri fyrstu ferð váttað, at landið hevur fingið hjálp úr Norðurkorea.
Í video-upptøku, sum Kreml hevur deilt, og sum Yonhap endurgevur, sigur russiski verjuleiðarin, Valery Gerasimov, at Russland hevur fingið munandi stuður úr Norðurkorea.
Verjuleiðarin sigur, at norðurkoreansku herfólkini hava havt ein týðandi leiklut í russisku Kursk-regiónini, har ukrainski herurin gjørdi innrás í fjørheyst.
##med2##