Tað boðaði Kreml frá í dag, skrivar tíðindastovan Reuters. Sambært Reuters er vápnahvíld frá 8. til 11. mai AFP skrivar, at vápnahvíldin fer at vara frá 8. til 10. mai.
Hetta fer at røkka yvir 9. mai, tá russar markera endan á seinna heimsbardaga, sum Russland kallar Stóra Tjóðarbardagan.
Russland væntar, at Ukraina eisini fer at lýsa vápnahvíld. Men brýtur Ukraina vápnahvíldina, so svarar Russland aftur, stendur í Kreml-yvirlýsingini framvegis.
/Ritzau/