Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki hava ikki longur fult stigatal í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Samuel spældi allan dystin, tá SJK á heimavølli spældi javnt 2-2 móti Haka.
SJK var leingi á sigurskós. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Alenis Vargas SJK á odda 1-0. Í 76. minutti økti Jeremiah Streng til 2-0, men SJK bant ikki um. Í yvirtíðini skoraði Haka tvey mál, og so máttu Samuel og liðfelagarnir taka til takkar við javnleiki 2-2.
SJK og KuPs eru fremst í deildini við 13 stigum fyri fimm dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður oddauppgerð. Tá tekur KuPs móti SJK á heimavølli.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum SJK Seinäjoki-Haka 2-2 (1-0):
##med2##