Løgreglan koyrdi fullan 14 ára gamlan drong til hús

Úr Saltangará varð klagað um harðan tónleik klokkan 5 í morgun

Løgreglan tók í gjárkvøldið upp ein 14 ára gamlan drong í Havn, sum var so fullur, at hann ikki kláraði seg. Løgreglan koyrdi hann heim til hús. Av tí at talan var um ein so ungan drong, so verður ein sosial-frágreiðing skriva til sosialu myndugleikarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Úr Miðlon í Havn kom eisini fráboðan um ein fullan persón, sum ikki kláraði seg. Tað endaði við, at sløkkiliðið í Havn fór eftir manninum. Sambært vakleiðaranum vórðu boð send eftir løgregluni helst tí, at tey hava serútgerð at flyta fólk við, um tey eitt nú eru ov tung hjá løgreglufólki at taka upp.

Tvey minni ferðsluóhapp vóru í Havn, annað í parerkingsøkinum í SMS og hitt á parkeringsøkinum við Miðlon. Í báðum førum vóru bilførararnir vístir til tryggingina, sum eisini skal taka dagar ímillum, hvør hevur ábyrgdina av óhappunum.

Sum tað síðsta nevnir vaktleiðarin á politistøðini, at tey klokkan 5 í morgun fingu eina fráboðan um harðin tónleik í Saltangará. Løgreglan fór á staðið, men tá var friður og eingin tónleikur at hoyra, so meira var ikki gjørt við tað.