Leiðarin á Arktisk Kommando: Tað er ein ætlan um at verja Grønland

Í samrøðu við Reuters sigur arktiski kommandoleiðarin, at Grønland ikki er so torført at verja.

Tá Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú Danmarkar vitjaði í Grønlandi í apríl, fekk hon stundir at tosa við yvirmannin í Arktisku Kommandoini, Søren Andersen. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Hóast Grønland er so stórt, so er oyggin ikki so trupul at verja hernaðarliga.

Tað er eitt av boðunum frá arktiska kommandoleiðaranum, Søren Andersen, í stórari samrøðu við tíðindastovuna Reuters.

- Í veruleikanum er Grønland ikki so torført at verja. Tað eru lutfalsliga fá punkt, sum skulu verjast, og tað hava vit sjálvandi eina ætlan fyri. Tað hevur NATO eina ætlan um tað, sigur Søren Andersen við Reuters.

Uppgávurnar hjá donsku herdeildini í og kring Grønland og Føroyar verða avgreiddar frá Arktisk Kommando í Nuuk.

Sum liður í fyrstu partvísu avtaluni um Arktis og Norðuratlantshav er skipanin uppstigað við millum annað at økja um manningina.

Grønland hevur verið í altjóða ljósi ígjøgnum 2025 og er vorðið eitt týðandi evni á Christiansborg.

Hetta kemst av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur víst á ynski um at yvirtaka Grønland.

Søren Andersen svevur tó væl um náttina, sambært Reuters.

- Vit arbeiða saman her, sum vit altíð hava gjørt.

Hann sigur eisini, at hóttanarstøðið móti Grønlandi er ikki hækkað seinasta árið, tá talan er um Russland og Kina.

Donald Trump hevur millum annað ákært Danmark fyri ikki at steðga kinesiskum og russiskum skipum, sum sigla kring Grønland.

Hesum vísir Søren Andersen aftur.

- Vit síggja ikki nakað russiskt ella kinesiskt statsskip her uppi, sigur hann.

Men fyri at økið framvegis skal vera "konfliktfrítt", skal meira gerast, sigur hann.

- Um Russland byrjar at broyta sína atferð kring Grønland, má eg kunna handla eftir tí, sigur Søren Andersen.

Søren Andersen er generalmajorur og hevur verið yvirmaður í Arktisk Kommando síðani 2023.

 

/Ritzau/

 

 

 

Tá Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú Danmarkar vitjaði í Grønlandi í apríl, fekk hon stundir at tosa við yvirmannin í Arktisku Kommandoini, Søren Andersen. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix