Føroyahúsið letur upp dyrnar við stórskíggja í kvøld, tá okkara røsku U21 menn Føroyar fara í HM-hálvfinalu 2025 móti Portugal, beinleiðis úr Polen.
Flestu vørur úr Føroya Bjór eru tøkur og kaldar, sigur starvs- og listakvinnan Selma Ellinsgaard av Eiði, handan dyskin í bláa húsinum.
Á myndini síggjast tvey spent fólk – Selma Ellingsgaard, starvsfólk, og Andrias Olsen, leiðarin í Føroyahúsinum.
Veðrið í danska høvðusstaðnum sigur 21 hitastig og 6 m/s.
Tiltakið er ókeypis á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 21:00, danska tíð.
– Dyrnar eru longu opnar, sigur leiðarin í Føroyahúsinum, Andrias Olsen.
##med2##