Tað er hálvleikur í U21 HM-hálvfinaluni í Sosnowiec í Póllandi. Staðfestast má, at í fyrra hálvleiki hevur Portugal livað upp til stóru favorittstøðuna.
Portugal er frammanfyri 15-12. Portugisar hava skorað 15 mál upp á 24 málroyndir. Føroyar hava skorað 12 mál upp á 18 málroyndir. Tíverri hava okkara mist bóltin nakrar ferðir í álopsstøðum, har portugisar hava fingið nøkur løtt mál. Álopsparturin má bøtast munandi í seinna hálvleiki.
Aleksandar Lacok hevur havt nakrar góðar bjargingar. Hann hevur higartil bjargað seks av 18 skotum.
Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 4/6, Óli Mittún 3/4, Búi Poulsen 2/3, Rókur Ziskason 1/1, Tóki Fríðriksson 1/1, Trúgvi Hávardsson 1/2.