Global March to Gaza er ein altjóða, sivil gonga, ella marsjur. Endamáli er at leggja trýst á Ísrael at lata markið við Rafah upp, og steðga krígnum og hungursneyðini í Gazageiranum.
Tað verður mett at umleið 8000 fólk ferðust til Egyptaland fyri at vera við, men tað er trupult at siga neyva talið, Petur Martin Johannesen heldur at tey vóru uppaftur fleiri enn 8000.
Ætlanin var at hittast í Kairo, og 13. juni skuldi gongan byrja. Málið var markið við býin Rafah í Gazageiranum.
- Ætlanin var at koma til markið, men ikki at fara inn í Gazageiran. Vit vistu at vit fóru at fáa trupulleikar á vegnum. Júst hendan dagin, tá gongan skuldi byrja, framdi Ísrael álop á Iran, øll eygu blivu vend ímóti hesum stríðnum, og hava verið tað síðani.
Fyrsta málið var at koma til býin Al Arish á Sinai hálvoynni.
- Vit søgdu okkara sendistovum frá, soleiðis at avvarandi myndugleikar vistu at borgarar úr teirra landi vóru við í mótmælistiltakinum. Vit í vesturheiminum hava tann framíhjárætt at vit verða væl vard.
Farið var við taksabilum, summi komu fram til Al Arish, men fleiri blivu steðgað og passini blivu tikin. Petur Martin Johannesen, og hini í danska ferðalagnum, fingu frænir av at tey sum vóru komin áðrenn høvdu mist passið, tey gjørdu av at hittast við teimum sum høvdu mist passið. Umleið 2000 fólk savnaðust við eftirlitsstøðina, og roynt varð at samráðast við løgregluna á staðnum.
##med2##
Gjørdu av at gevast
Tað bleiv avgjørt at fara aftur til Kairo, og halda lágan profil, tí myndugleikarnir í Egyptalandi leitaðu eftir teimum sum høvdu luttikið í gonguni, fyri at senda tey av landinum. Í fimm dagar var Petur Martin Johannesen í Kairo, og lætst vera eitt vanligt ferðafólk.
- Løgreglufólkini gingu runt og leitaðu. Tey ringdu til hotellir, og bankaðu uppá. Tað var nervandi, men eg vænti ikki tey høvdu gjørt annað enn at sent meg av landinum.
Eftir fimm dagar, gjørdi Petur Martin Johannesen, saman við hinum í danska ferðalagnum av, at tað ikki var fruktagott at halda fram.
Hetta var eitt stórt skuffilsi, tí Petur Martin Johannesen er eldhugaður í stríðnum fyri Palestinska fólkinum.
- Tá man hevur orsøk at halda at hetta er eitt fólkamorð, so haldi eg at øll hava skildu at gera sítt fyri at steðga hesum, bæði einstaklingar, fyritøkur, politikarar og onnur.
Fyri 30 árum síðani, ferðist Petur Martin Johannesen í Ísrael, tí hann var hugtikin av bíbilsøguni. Í dag hevur hann ilt av hesum, tí hann heldur at ísraelska stýrið fremur imperialismu og rasismu ímóti palestinska fólkinum.
- Eg havi verið á skeivari síðu, og tað ger mær ilt.
Í løtuni er Petur Martin Johannesen í Oman, sum vanligur ferðamaður. Hóast Global March to Gaza ikki eydnaðist sum ætlað, vil hann framvegis vera í økinum, tí hann vónar at fáa møguleika at hjálpa á onkran hátt.
- Eg havi eina vón um at bjóða seg fram sum sjálvboðin. Hetta kundi verði í vestara Áarbakka, tí har er tørvur á vesturlendingum at verja palestinsk børn, eitt nú tá tey skulu ígjøgnum eftirlitsstøðir á veg í skúla.
##med3##