Daniel Obbekjær er nýggjur miðverji í NSÍ

Seks spælarar eru ikki tøkir sunnudagin, og tveir spæla við brotnari hond

Í dag eru góð tíðindi at frætta frá NSÍ. Felagið hevur skrivað undir sáttmála við danska miðverjan Daniel Obbekjær, sum í 2022 og 2023 var sera eyðsýndur miðverj og álit í 07 Vestur. Har spældi hann 48 dystir og skoraði sjey mál.

 

Tað kemur ógvuliga væl við hjá NSÍ, at tað er eydnast at fáa ein miðverja, nú tað eru tveir dystir fram til summarsteðgin, og NSÍ síðani fer at spæla í Europa.

 

Í løtuni eru seks spælarar, sum hava verið á leikaralistanum, ikki tøkir, og tveir spæla við brotnari hond. Hesir báðir síðstu eru Klæmint A. Olsen, sum í arbeiðsóhappi herfyri breyt tummilin og varð seymaður við nógvum stingum, og hin er Brandur Hendriksson Olsen, sum í landsdystinum ímóti Gibraltar breyt bein i aðrari hondini.

 

Í gjár boðaði NSÍ frá, at Steffan A. Løkin er givin í felagið, tí hugurin at spæla fótbólt er ikki tann, sum hann hevur verið. Aron Knudsen er leikbannaður sunnudagin, og so eru tað skaddu spælararnir. Teir eru Betuel Hansen, sum tað verður vónað, verður tøkur aftur seinni í ár, eftir at hann í fjør sleit krossbandið í knænum, norsku verjuspælararnir Kevin Jablinski og Henrik Hatlen Osen, sum báðir eru skaddir í fótinum, síðani teir komu til Runavíkar, og Petur Knudsen sum varð skaddur í knænum í landsdystinum í Georgia.

 

Jann J. Benjaminsen, sum var leikbannaður í 1-1 dystinum ímóti Víkingi er tøkur aftur.

 

Um Daniel Obbekjær skrivar NSÍ soleiðis í dag:

 

22 ára gamli danin er miðverji, og byrjaði sína yrkisleið í OB. Har fekk hann eisini sín fyrsta fulltíðarsáttmála bert 17 ára gamal.


Daniel hevur áður verið í føroyskum fótbólti, tá hann á sumri í 2022 skrivaði sáttmála við 07 Vestur. Har var hann í hálvtannað kappingarár og spældi 48 dystir og skoraði 7 mál.


Hann hevur frá kappingarbyrjan í 2024 og fram til nú havt sáttmála við íslendska felagið Breiðablik.


Hann er vendur aftur á klettarnar, og verður nú at síggja í gulu blusuni. Hann hevur skrivað undir ein 1,5 ára sáttmála, skrivar NSÍ.

 

NSÍ fær sunnudagin klokkan 17.15 vitjan av EB/Streymi.