Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið B36 í skugganum av HM hálvfinaluni í hondbólti í kvøld átti heimavøll ímóti 07 Vestur.
Sigurin lyftir B36 upp á 24 stig, og árstalsfelagið er undan hinum dystunum í hesum umfarinum, sum verða í morgin og sunnudagin, á fjórða plássi. 07 Vestur er á áttanda plássi við sjey stigum. Um vágaliðið eisini eftir hetta umfarið verður omanfyri strikuna valdast, hvussu tað fer at spæla av hjá TB, sum eisini hevur sjey stig og hjá FC Suðuroy, sum hevur seks stig. TB fer í morgin at spæla á útivølli ímóti HB, og FC Suðuroy fer í morgin at spæla á útivølli ímóti KÍ.
Higartil í ár hevur tað ikki roynst so væl í heimadystunum hjá B36. Heimadysturin í kvøld var tann áttandi í ár, og hetta var fjórða ferðin, at B36 vann heimadyst. Ein sigur á útivølli var tó vunnin í Gundadali. Tað var, tá ið HB átti heimavøll, og B36 vann 3-2.
##med2##
B36 legði seg á odda í 12. minutti við brotssparki, sum Pætur J. Petersen umsetti til mál. So gekk tað javnt á, og 07 Vestur hevði stóran møguleika at javna. B36 verjan blokeraði innleggið úr høgru, og so gekk tað skjótt hjá B36. Bólturin varð spældur fram til Pætur J. Petersen, sum spældi í høgru til Marius Kryger Lindh, sum sneiddi seg leysan av mótstøðumanni, áðrenn hann setti bóltin í handara síðunetið.
Tá vóru 21 minuttir farnir, og fýra minuttir undan steðginum varð heimaleiðlsan økt til 3-0. Málskjútti var miðvallarin Mattias Hellisdal, sum av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru við frísparki sendi bóltin í málið. Tað var Pætur J. Petersen, sum vann frísparkið, og sostatt var hann við í øllum málunum.
Hóast heimaliðið var greitt leikliga omaná, so hava teir í 07 Vestur orsøk til at iðra seg um málini í fyrra hálvleiki, sum eisini stóðust av ikki serliga væl skipaðum verjuparti hjá gestunum.
Smáar tíggju minuttir eftir steðgin minkaði Jonathan Timothy Flensborg um munin til 3-1. Uppleggði átti Casper G. Hansen úr høgru.
Tá ið eitt lítið korter var eftir, sá Mikkel Hyllegaard gula kortið fyri aðru ferð. So var 07 Vestur undirmannað og fyritreytirnar av álvara at fáa spenning í aftur nógv verri.
##med3##
B36 – 07 Vestur 3-1 (3-0)
1-0: Pætur J. Petersen br
2-0: Marius Kryger Lindh
3-0: Mattias Hellisdal
3-1: Jonathan Timothy Flensborg
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Ragnar Samuelsen, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Prestmo Kvithyld – Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen – Silas Gaard, Jonathan Timothy Flensborg, Mikkel Hyllegaard – Tobias Fabian Giusti