Liðið hjá Jóan Símuni vann fyrsta dystin hetta kappingarárið

FH javnaði tvær ferðir, men KA megnaði at svara aftur hvørja ferð

Í kvøld tóku Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA móti FH í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á Greifavøllinum á Akureyri eydnaðist tað KA at vinna 3-2 og FH, og harvið vinna fyrsta sigurin hetta kappingarárið.

 

Jóan Símun var á vøllinum í 82 minuttir. 

 

KA-FH 3-2 (1-1)

1-0 Hrannar Björn Steingrímsson ('13 )

1-1 Böðvar Böðvarsson ('29 )

2-1 sjálvmál ('63 )

2-2 sjálvmál ('83 )

3-2 Bjarni Aðalsteinsson ('84 )

 

KA er nú nummar átta í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík lokaluppgerð á útivølli móti Vali.