15 heiðursmerki til Óluvu og børn hennara

Á myndini síggja vit Óluvu á Lofti, sum vann fleiri kappingar í 4. Safari uttandurakappingini

 

 

ByRidisamband 24/06/2025

 

Enn eitt spennandi kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi endaði um vikuskiftið við einum braki av eini FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali.

 

Familjan á hamrinum á Argjum gjørdi eitt gott hál leygardagin. Óluva á Lofti gjørdist nummar eitt og føroyameistari í bæði V1 og T1, umframt at vinna gull í T7 og silvur í T2. Dóttirin, Bertha Maria, gjørdist nr eitt og føroyameistari í V1-UNG og vann bronsu í T1-UNG, meðan sonurin, Boas Kári, vann gull í V5-BØRN og silvur í T7-BØRN. Harumframt vunnu bæði Óluva og Bertha Maria røktarsteypið hjá ávikavist vaksnum og ungum.

 

Fleiri deild finalupláss

Sera lítil munur var á dómaratølunum í fleiri kappingum. Og í ikki færri enn trimum finalum, T1, T7 og V1-UNG endaðu pør við sama stigatali á fyrsta plássi – tá mugu dómararnir avgera, hvør endaliga skal vinna kappingina.

 

Nógv ung stjørnuskot

Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu støðugt mennast og taka seg fram í gongulagskappingum. Til dømis luttók bara 12 ára gamla Bjørg Nolsøe Mørk í kappingini F1, sum er fimmgongd og ein rættiliga krevjandi kapping, har rossið skal vísa fimm gonguløg. Bjørg er allarhelst yngsta reiðfólk, sum hevur luttikið í F1 her heima. Eisini hjá fleiri øðrum børnum og ungum sæst týðiliga, hvussu nógva tíð og orku tey leggja í venjing og at læra bestu tilgongdina fyri at gerast dugnalig gongulagsreiðfólk. Tað verður spennandi at fylgja við teimum í framtíðini.

 

Systrar vunnu samreiðsteypini

Í ár vann Ragnheiður Dam samreiðsteypið hjá teimum vaksnu, og systir hennara, Arnfríð Dam, vann steypið hjá teimum ungu. Samreiðsteypið verður givið tí parinum, har best samband er millum ross og reiðfólk, so tað er altíð ein gleðiligur heiður at fáa.

 

Kappingarárið endað

Tær 10 finalurnar blivu avgreiddar í øllum góðum og í hampiligum veðri. Kappingin skuldi upprunaliga byrja kl. 11, men avgjørt varð at flyta kappingin fram til kl. 9.00, tí veðurvánirnar vóru heldur ivasamar. Og hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí bert hálvonnur finala fóru fram í oysandi regni.

 

Við hugnaløtu um kvøldið, har millum annað “Ársins reiðfólk” blivu heiðrað, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Hjá teimum vaksnu var tað Óluva á Lofti sum fekk heiðurin, og hjá teimum ungu var tað Esther Dahl á Heygum.

 

Nú fara nógv ross út á beiti í nakrar vikur ella mánaðir – ein væl uppiborin feria fyri bæði tví- og ferføtt.

 

Niðanfyri sæst, hvør vann ymisku kappingarnar og hvussu stigatalið var:


V5-BØRN, fjórðgongd

Nr 1: Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili 6,04

Nr 2: Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli 6,00

Nr 3: Jona Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3 5,71

 

V5, fjórðgongd

Nr 1: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Stjarna frá Skör 6,21

Nr 2: Birna Jóanesarson og Harka frá Hofi I 6,08

Nr 3: Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3 5,29

 

V1-UNG, fjórðgond

Nr 1.1 og FM-vinnari: Bertha Maria Nordendal og Lómur frá Kvistum 6,37

Nr 1.1: Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði 6,37

Nr 3: Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili 6,27

 

V1, fjórðgongd

Nr 1 og FM-vinnari: Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni 7,03

Nr 2: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd 7,00

Nr 3: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Vaðall frá Dimmuborg 6,80

 

T7-BØRN, tölt

Nr 1.1: Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti 5,75

Nr 1.1: Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili 5,75

Nr 3: Simona Tornby og Helios fra Bøgegården 5,25

 

T7, tölt

Nr 1: Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi 6,50

Nr 2.1: Helma Maria Müller og Krapi frá Blesastöðum 1A 5,67

Nr 2.1: Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu 5,67

 

T2, slakteymatölt

Nr 1 og FM-vinnari: Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II 7,46

Nr 2: Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni 6,96

Nr 3: Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði 6,33

 

T1-UNG, tölt

Nr 1 og FM-vinnari: Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum 6,72

Nr 2: Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum 6,56

Nr 3: Bertha Maria Nordendal og Hugsuður frá Melaleiti 6,33

 

T1, tölt

Nr 1.1 og FM-vinnari: Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni 7,33

Nr 1.1: Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú 7,33

Nr 3: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd 7,17

 

F1, fimmgongd

Nr 1 og FM-vinnari: Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu 6,17

Nr 2: Gunrid Hansen og Embla frá Þjóðólfshaga 1 6,02

Nr 3: Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1 5,60

 

##med2##

V5-BØRN, fjórðgongd

Nr 1: Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili 6,04

Nr 2: Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli 6,00

Nr 3: Jona Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3 5,71

 

##med3##

 

V5, fjórðgongd

Nr 1: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Stjarna frá Skör 6,21

Nr 2: Birna Jóanesarson og Harka frá Hofi I 6,08

Nr 3: Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3 5,29

 

##med4##

 

V1-UNG, fjórðgond

Nr 1.1 og FM-vinnari: Bertha Maria Nordendal og Lómur frá Kvistum 6,37

Nr 1.1: Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði 6,37

Nr 3: Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili 6,27

 

##med5##

 

V1, fjórðgongd

Nr 1 og FM-vinnari: Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni 7,03

Nr 2: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd 7,00

Nr 3: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Vaðall frá Dimmuborg 6,80

 

##med6##

 

T7-BØRN, tölt

Nr 1.1: Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti 5,75

Nr 1.1: Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili 5,75

Nr 3: Simona Tornby og Helios fra Bøgegården 5,25

 

##med7##

 

T7, tölt

Nr 1: Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi 6,50

Nr 2.1: Helma Maria Müller og Krapi frá Blesastöðum 1A 5,67

Nr 2.1: Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu 5,67

 

##med8##

 

T2, slakteymatölt

Nr 1 og FM-vinnari: Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II 7,46

Nr 2: Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni 6,96

Nr 3: Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði 6,33

 

##med9##

 

T1-UNG, tölt

Nr 1 og FM-vinnari: Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum 6,72

Nr 2: Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum 6,56

Nr 3: Bertha Maria Nordendal og Hugsuður frá Melaleiti 6,33

 

##med10##

 

T1, tölt

Nr 1.1 og FM-vinnari: Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni 7,33

Nr 1.1: Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú 7,33

Nr 3: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd 7,17

 

##med11##

 

F1, fimmgongd

Nr 1 og FM-vinnari: Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu 6,17

Nr 2: Gunrid Hansen og Embla frá Þjóðólfshaga 1 6,02

Nr 3: Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1 5,60

 

##med12##

 

Á myndini síggja vit Óluvu á Lofti, sum vann fleiri kappingar í 4. Safari uttandurakappingini