Sambært einum talsmanni fyri ráðið eru 33 fólk deyð seinastu 48 tímarnar - 12 av teimum børn.
Hesum boðaði BBC frá í dag.
Samlaða talið av deyðum orsakað av føðslutrot er 101 síðani kríggið byrjaði í 2023, legði ráðið afturat. Av hesum eru 80 børn.
Leiðarin á størsta sjúkrahúsinum í Gaza segði í dag við AFP, at 21 børn eru deyð av føðslutroti og hungri seinastu tríggjar dagarnar.
Sambært lokalum keldum er fólkatalið í Gaza, sum telur meira enn tvær milliónir fólk, í stórum troti á mati og øðrum neyðsynjarvørum.
Sambært heilsumyndugleikunum er brennievni farið at ganga undan á sjúkrahúsum eins og teimum tørvar neyðhjálp og medisin og soleiðis í vanda fyri at steðga lívsneyðugum rakstri.
/Ritzau/