Conference League: HB fær dómara sum dømdi Víking í fjør

Hóskvøldið spælir HB móti Brøndby á Tórsvølli

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Brøndby á Tórsvølli.

 

31. juli verður returdysturin leiktur á leikvøllinum í Brøndby. 

 

Tað verður 34 ára gamli svenski dómarin, Joakim Östling sum verður høvuðsdómari til dystin á Tórsvølli.

 

Í fjør dømdi Joakim Östling dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum Víking og letlendska liðið, Liepaja. Víkingur vann dystin 2-0.

 

Sambært svenska fótbóltssambandinum hevur Joakim Östling dømt 10 altjóða dystir, og 135 dystir í bestu og næstbestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

HB TÓRSHAVN (FRO) - BRØNDBY IF (DEN)

 

Dómari: Joakim Östling SWE

 

Hjálpardómari 1: Max Robin Wilde SWE

 

Hjálpardómari 2: Simon Kristensson SWE

 

Fjórði dómari: Richard Sundell SWE

 

UEFA dómaraeygleiðari: Mika Peltola FIN

 

UEFA umboð: Patrick Duffy IRL