Tað sigur løgmaður í longri samrøðu við Sosialin í sambandi við ólavsøgurøðu løgmans, sum hann skal halda, tá tingið verður sett ólavsøkudag.
– Landsbankin og búskaparráðið ávara um haldføri. Og tað er á tveimum síðum. Onnur er, at talið av eldri borgarum er vaksandi. Vit liva tíbetur longur, men hinvegin so er tað eisini ein avbjóðing at fáa yngra ættarliðið at velja Føroyar til, sigur løgmaður, tá vit hitta hann til eitt prát nú ólavsøkan stundar til – og hann ólavsøkudag skal halda ólavsøkurøðuna í Løgtinginum – tað verður tann sjeynda ólavsøkurøðan hjá Akseli V. Johannesen.
Hann vil ikki avdúka røðuna sum so, men sigur, at hann serliga fer at leggja dent á bústaðartrotið í Føroyum.
Løgmaður vísir á, at samgongan hevur framt nøkur átøk, sum hann heldur hava týdning fyri hesi viðurskifti.
– Vit hava givið ein skattlætta fyri at fáa ein meira kappingarføran arbeiðsmarknað, givið eitt lønarlyft á umsitingarøkinum til tey lágløntu har, løn undir útbúgving er eisini ein partur av hesum, og eisini betringar í barsilsskipanini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
– Bústaðartrotið er helst tann størsta avbjóðingin, sum vit hava. Og tann einstaka avbjóðingin, sum ger, at tað er trupult at fáa nakað at búgva í. Og fært tú okkurt, so eru tað fleiri, sum ikki hava ráð at gjalda tað, sum tað kostar. Og tað ger tað trupult hjá smábarnafamiljum, sum ætla sær heimaftur, og hjá ungum, sum ætla sær at taka eina útbúgving í Føroyum – at gera tað í Føroyum, sigur løgmaður.
– Tað er ein høvuðsavbjóðing, og tað fer røðan at snúgva seg rættiliga nógv um, sigur hann – um hvussu vit gera umstøðurnar betri hjá lesandi í Føroyum, og hvusu vit loysa bústaðartrotið.
Arbeiðsvikan verður
ikki stytt við lóg
Arbeiðsvikan verður ikki stytt við lóg, soleiðis sum tað annars er ásett í samgonguskjalinum.
Løgmaður ásannar, at tað ikki er meiriluti fyri tí í Løgtinginum, og at samgonguflokkarnir ikki eru samdir um hetta málið, sum annars var eitt av vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum, og sum eisini er nevnt í samgonguskjalinum:
»Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg«.
– Tað verður ikki gjørt sum eitt lógaruppskot, men vit arbeiða framvegis við at stytta arbeiðsvikuna. Tað er partvíst gjørt á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur løgmaður, og vísir á sáttmálan hjá Samverki, har tað var eitt úrslit av samráðingunum fyrr í ár.
Løgmaður vísir á, at tað vísir seg at vera trupult at fáa neyðugu undirtøkuna í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg, og Vinnuhúsið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið siga seg eisini vera ímóti tí. Harafturat hava arbeiðsgevararnir tikið seg úr arbeiðinum við trípartasamráðingunum.
Samt Løgting hevur tríggjar ferðir stytt arbeiðsvikuna
Tríggjar ferðir áður er arbeiðsvikan stytt, og tað er hvørja ferð gjørt við lóg og ikki við samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.
Í 1964 samtykti Løgtingið einmælt at lækka arbeiðsvikuna úr 48 niður í 44 tímar. Arbeiðsvikan skuldi styttast í trimum stigum: 1. apríl í 1964 til 46,5 tímar, 1. apríl í 1965 til 45 tímar og 1. apríl í 1966 til 44 tímar.
Í 1970 samtykti Løgtingið at stytta arbeiðsvikuna úr 44 tímum niður í 42,5 tímar.
Og aftur í 1978 samtykti Løgtingið at stytta arbeiðsvikuna við 2,5 tímum úr 42,5 tímum niður í 40 tímar.
Tá var tað gjørt í fýra stigum: 1. oktober í 1978 til 42 tímar, 1. apríl í 1979 til 41,5 tímar, 1. oktober í 1979 til 41 tímar og 1. januar í 1980 til 40 tímar.
Allar tríggjar ferðirnar, í 1964, í 1970 og í 1978, var semja millum allar flokkar á tingi at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Men slík semja fæst ikki í dag. Andstøðan er ikki fyri tí, og semjan, sum var í samgonguni, tá samgonguskjalið varð skrivað, tykist eisini at vera skrædnað.
Men sambært løgmanni verður næsta royndin at fáa tað gjørt við samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.
Løgmaður væntar ikki, at undirtøka fæst fyri uppskotinum, uttan so, at trípartasamráðingarnar verða tiknar uppaftur og bera á mál.