Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2189 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 372 smittað, átta eru innløgd, og 12 eru deyð við koronu í Føroyum.
Nú eru 12 fólk í Føroyum deyð við koronu. Átta eru í løtuni innløgd á sjúkrahúsi. 86,8 prosent av føroyingum yvir 18 ár eru nú liðugt koppsettir.