Anna Paulina verður nýggjur borgarstjóri

Dávur Sørensen í Húsavík verður ikki nýggjur borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, men tað verður ístaðin Anna Paulina Leo Olsen á Skarvanesi

 

Sambært semjuskjali hevur verið ætlað, at Dávur Sørensen í Húsavík skuldi gerast nýggjur borgarstjóri í Húsavíkar kommunu hin 1. januar 2025. 

 

Sitandi borgarstjóri, Jákup Martin Sørensen, stillaði ikki uppaftur á kommunuvalinum hin 12. november og verður tískil ikki í bygdaráðnum, tá árið er lokið.

 

Hóast semjuskjal millum nývaldar bygdaráðslimir um, at Dávur Sørensen sum fyrstvaldur fór at sita við borðendan eftir 1. januar 2025, so helt hetta ikki á skipanarfundinum, sum nývalda bygdaráðið hevði í morgun.

 

Tað eru fimm bygdaráðslimir í Húsavíkar kommunu, harav listi A á valinum fekk fýra umboð, og listi B fekk eitt umboð.

 

Úrslitið á skipanarfundinum í morgun gjørdist, at nývalda bygdaráðið við trimum atkvøðum fyri valdi Onnu Paulinu Leo Olsen á Skarvanesi til nýggjan borgarstjóra.

 

Bygdaráðslimirnir, sum atkvøddu fyri henni, vóru Steintór Kjartan Fríði Djurhuus á lista B, Óli á Fløtti Olsen á lista A og so Anna Paulina sjálv, sum er vald á lista A.

 

Dávur Sørensen og Anna Paulina vóru annars bæði vald á lista A, har Dávur var fyrstvaldur við 22 atkvøðum, og Paulina á øðrum plássi hevði 19 atkvøður.

 

Á skipanarfundinum í morgun gjørdist eisini greitt, at varaborgarstjóri í nýggja bygdaráðnum verður Steintór Kjartan Fríði Djurhuus, sum er valdur á lista B.

 

- Nei, eg hevði ikki rættiliga væntað, at valið í morgun fór at fella í mun lut, men eg havi alla tíðina sagt, at stóð borgarstjórasessurin mær í boði, fór eg at taka av.

 

Anna Paulina vísir á, at hetta var eisini hennara boðskapur fyri valið, og í morgun vísti tað seg so, at ein meiriluti var í bygdaráðnum fyri at velja hana til borgarstjóra.

 

- Eg hopi, at vit fara at fáa eitt gott samstarv í bygdaráðnum, og tað verður í fyrsta lagi mítt mál at arbeiða við teimum tingum, sum vit kunnu semjast um.

 

Hon sigur, at endamálið hjá sær verður at fáa í lag eitt so gott samstarv í bygdaráðnum sum gjørligt, og at gjøgnumskygni verður um tey mál, sum kommunan fer at arbeiða við.

 

- Hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg føli, at eg eri klár til avbjóðingina, sigur Anna Paulina Leo Olsen, sum saman við manni og børnum býr á Skarvanesi, sum er partur av Húsavíkar kommunu.

 

Í politikki kunnu vit siga, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og hetta vísti eisini úrslitið á skipanarfundinum, sum var í Húsavíkar kommunu í morgun.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/joanis-i-hoygardinum-verdur-nyggjur-borgarstjori

 

##med2##