Takk fyri jólagávuna!
Seinnapartin í dag fingu øll sum eiga børn á dagstovnum í Tórshavnar kommunu eina ordans jólagávu, tá hesi boð plingaðu inn á foreldragluggan.
Góðu foreldur
Boðað verður frá, at stovnsgjøld fyri 2025 eru hesi:
Vøggustovugjald: kr./mðr. 4.019 í 11 mðr. Barnagarðsgjald: kr./mðr. 2.447 í 11 mðr.
Frítíðarskúli (1.-2. flokk): kr./mðr. 1.370 í 10 mðr. Frítíðarskúli (forskúlabørn): kr./mðr. 1.599 í 10 mðr. 3. floks tilboð: kr./mðr. 685 í 10 mðr. Skúlagjald til forskúla: kr./mðr. 1.093 í 10 mðr.
Ikki rímiligt
Hetta kom óvart á nógv foreldur, sum nú skulu gjalda 337 kr meira um mánaðin fyri eitt vøggustovupláss og 220 kr meira fyri eitt barn í barnagarði.
Øll tola eina hækkan inn í millum, men hetta er bara dropin aftaná árligar hækkanir.
Fyri bara 9 árum síðani kostaði eitt vøggustovugjald 2546 kr og eitt barnagarðagjald 1579 kr.
Runt roknað eru gjøldini hækkað 1000 og 1500 kr uppá 8 ár.
Gjaldið verður roknað eftir einum prosentlykli, sum er 27 % av tí sum stovnsplássið kostar.
Tað vil siga, at so hvørt sum lønir og tænastan hækkar, so hækkar gjaldið eftir prosentleistinum.
Hetta mugu vit broyta.
Børn eru ikki ein luksusvøra til rík fólk
Tá nýggja samgongan fer at raðfesta dagstovnaøkið, merkir tað ikki, at vit so eisini senda eina feita rokning til foreldrini, eins og tað verður gjørt nú.
Tann unga familjan ella foreldur við lágari inntøku, sum fer úr barnsburðarfarloyvi og á arbeiðsmarknaðin, skal nú tjena 8000 kr um mdr fyri at gjalda fyri at vera til arbeiðis, umframt at hava tak yvir høvdið og pening til mat, klæðir og annað.
Vit hesum leggur man upp til at stovnspláss eru fyri tey múgvandi, og tað ber ikki til. Børn skulu vera vælkomin í øllum lønarløgum.
Gamaní hava fleiri undan okkum goldið tað sama ella meira fyri at hava børnini á stovni, men tá hevur tað verið fyri fleiri børn, 3-4 børn. Men vit mugu minnast til, at tá er frádrátturin eisini fylgdur við fyri hvørt barn.
Vit mugu ikki koma har til, at tað ikki loysir seg at vera á arbeiðsmarknaðinum og harvið gjalda í felagskassan hvønn dag.
Okkara fremsta uppgáva er, at fólk støðast og trívast í kommununi, eisini foreldur ella barnafamiljan sum ikki hevur eina høga inntøku.
Harnæst skulu vit taka ábyrgd av støðuni vit eru í við lækkandi barnatali, og gera okkara til, at fólk ikki halda seg aftur við at fáa børn.
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Býráðslimur frá 1 januar 2025.
Mamma at fýra børnum