Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur á vøllinum fyri THW Kiel, og við fýra málum gjørdi hann sítt til, at Kiel á heimavølli í Wonderino-høllini vann seg í Final Four í týsku steypakappingini.
Í fjórðingsfinaluni vann Kiel 36-33 á Gummersbach. Gummersbach byrjaði dystin betri, men í steðginum var støðan javnleikur 20-20.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt taptu 28-30 (13-14) fyri Melsungen í teirra fjórðingsfinalu.
Tað vera Kiel, Melsungen, Ballingen-Weilstetten og Rhein Neckar Löwen, ið manna hálvfinalurnar - Final Four - í steypakappingini.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Kiel vann 36-33 (20-20) á Gummersbach. Við 2:13 minuttir sæst Elias skjóta eitt gott mál:
##med2##