Bæði Hallby og Sävehof taptu í kvøld

Føroyingarnir í bestu svensku hondbóltsdeildini skutu 10 mál í kvøld

Føroyingarnir í bestu svensku hondbóltsdeildini skutu 10 mál og løgdu upp til fimm mál í kvøld, men annars var talan um eitt slakt kvøld hjá Hallby og Sävehof.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti við fimm málum og tveimum uppleggum til mál, tá hann og liðfelagarnir í Hallby á útivølli taptu 26-33 fyri Karlskrona.

 

Tað gekk væl í hond hjá Hallby í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Hallby á odda 18-15. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni, og tapti Hallby seinna hálvleik 8-18.

 

Hallby er nú uttanfyri topp-8. Rói og liðfelagarnir eru nummar níggju í deildini við 15 stigum. Tó hava teir bert eitt stig upp til Önnered, ið er á áttanda plássinum við sekstan stigum.

 

Óli Mittún skoraði trý mál og legði upp til tvey mál, og Ísak Vedelsbøl skoraði tvey mál, tá lið teirra, Sävehof á útivølli tapti 26-32 fyri Kristianstad. Í steðginum var Kristianstad á odda 16-9. Sävehof fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, men tað endaði kortini við einum greiðum tapi.

 

Sävehof er nummar fýra í deildini við 19 stigum. Ystad er oddalið við 25 stigum.

 

Annan jóladag klokkan 12.30 spælir Sävehof dyst á heimavølli í Partille móti Karlskrona. Triðja jólakvøld klokkan 19 tekur Hallby móti Helsingborg í Jönköping.