Tíðindastovan NTB veit at siga, at ES nú hevur lovað at veita Ukraina 30 milliardir evrur í fíggjarligari hjálp næsta ár.
30 milliardir evrur svara til slakar 224 milliardir í okkara peningi.
Tað var ES-forsetin, Antonio Costa, sum upplýsti hetta hóskvøldið eftir ein fund við ES-leiðarar í Brússel.
Í februar næsta ár - ella um stívliga tveir mánaðir - verða trý ár liðin, síðan Russland leyp á Ukraina við stórari hermegi.
Tað er longu langt síðan, at norskur krígsserfrøðingur segði, at Russland hevur umleið 90 prosent av sínari landhermegi inni í Ukraina.
Markið millum Ukraina og Russland er umleið 1000 kilometrar langt, og uttanfyri hermótini eru russar rættiliga sárbarir.
Hetta er eisini orsøkin til, at ukrainski herurin í august lættliga tók seg inn í russiska Kursk-landslutin og eru har framvegis.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-vit-megna-ikki-at-taka-okkara-landaoeki-aftur