Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvík, har tað tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum.
Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at hetta var í einum vanligum eftirliti, at hesin bilførarin var tikin. Hann er skuldsettur fyri rúsevnakoyring, og nú verður bíðað eftir blóðroyndini at vita, hvussu víðari verður farið í málinum, sigur vaktleiðarin.
Og nú vit skrivaðu um seyð í gjár, sum varð ákoyrdur, so hendi aftur eitt slíkt óhapp í gjár, at enn ein seyður varð ákoyrdur í svinginum sunnan fyri Stykkið.
Vaktleiðarin ger vart við, at bilførarar eiga at hava í huga, at tá tað verður saltað, so er ofta meira seyður at síggja við landsvegirnar, tí seyðurin tekkist saltinum á vegnum.
Og so er eisini noterað í døgnrapportini hjá løgregluni, at gomlu tunlarnir norður um fjall eru stongdir. Har stendur, at klokkan 12.22 varð ferðslan einsrættað norðureftir við ferðsluljósinum, og frá klokkan 13:15 vórðu tunlarnir stongdir, fyrst við reyðum ljósi, seinni við fysiskari forðing.