Viðgerðin av krabbameini hjá Charles kongi í Bretlandi gongur væl og heldur fram út í nýggja árið.
Tað upplýsir ein kelda frá Buckingham Palace fyri tíðindastovuni Reuters.
Í februar boðaði bretska kongshúsið frá, at Charles kongur hevði fingið staðfest krabbamein uttan at greiða nærri frá tí.
Sjúkan varð funnin í sambandi við viðgerð fyri prostata. Men talan er ikki um prostatakrabba, hevur kongshúsið upplýst.
Sambært kelduni eru ongar broytingar í heilsustøðuni hjá konginum. Framhaldandi viðgerð vísir hvørki batnan ella versnan.
Eftir krabbameinssjúkuna tók Charles kongur ein steðg frá embætisskyldum sínum.
Í apríl tók hann arbeiðið aftur við vitjan á einum krabbameinsdepli í London.
Tann nú 76 ára gamli Charles kongur fekk staðfest krabbamein minni enn eitt ár eftir, at hann varð krýndur.
Tað gjørdist hann í mai 2023 á einum stórum hátíðarhaldi í Westminster-klostrinum í London.
Átta mánaðir frammanundan doyði mamma Charles kongs, Elizabeth drotning. Hon var drotning í Stórabretlandi í 70 ár.
Charles kongur er ikki einasti limur í bretsku kongshúskinum, sum hevur fingið krabbameinsviðgerð í ár. Kate prinsessa, sum er gift við Williami prinsi, hevur eisini verið viðgjørd fyri krabbamein.
Í mars kom fram, at hon var í viðgerð fyri krabbamein. Hon hevði áður verið skurðviðgjørd.
Eftir níggju mánaðar viðgerð kundi hon í september boða frá, at hon var liðug við kemoterapiviðgerðina.
- Nú summarið nærkast endanum, er tað ringt hjá mær at lýsa, hvussu stórur lætti tað er hjá mær, at eg umsíðir eri liðug við mína kemoterapi.
- Seinastu níggju mánaðirnir hava verið ótrúliga harðir fyri okkum sum familju, sigur Kate prinsessa í einum videobroti, sum er lagt út á Instagram.
Bretska kongsfamiljan hevur - eins og í málinum um Charles kong - ikki upplýst, hvat slag av krabbameini Kate prinsessa hevði.
/Ritzau/