Tíðindaskriv:
Vit gleða okkum at bjóða heimskenda bólkinum AQUA vælkomnan á pallin Við Tjarnir til eina framførslu, ið fer at skriva seg í søguna!
Set kross í kalendaran: 8. mars 2025!
Dyrnar lata upp kl. 19:00, og vit lova eina ótrúliga uppliving við einum brakandi show’ið, ið varir fram líka til kl. 03:00!
Aqua hevur verið partur av lívinum hjá fleiri ættarliðum, og tí verður hetta fyribrigd av einum tiltaki fyri øll – bæði ung og vaksin!
Øll kunnu gleða seg til eina ógloymandi løtu við hitsum frá Aqua so sum: Barbie Girl, Around the world, Doctor Jones, Lollipop (Candyman), Me oh my, Cartoons Heroes og nógv annað!
Um bólkin AQUA:
• #1 í 35 londum
• 300 gull- og platinplátur
• 33 milliónir plátur seldar
• Størsta poppfyribrigdið í 90’unum
• Útseldar konsertir kring allan heimin
“Barbie Girl” – hittið, ið hevur yvir 1,5 MILLIARD hittings á YouTube, verður sjálvandi ein partur av skráini!
Áðrenn og aftaná framførsluna hjá AQUA, fara nakrir av okkara bestu føroysku tónleikarum at hita upp og skapa rætta lagið. Her kunnu m.a. nevnast Hamradun, Tinganest, Jens Marni Band, Ester Skála við bólki, Esra og Markus og DJ Martin Kjærbo.
Hettar verður helst, tað størsta innandurða tónleikatiltakið í Føroyum í 2025!
Les meira á www.tjarnir.fo