Kommunustýrið skal skipa seg áðrenn 1. januar.
Ólavur Larsen úr lista Á er fyrst valdur á býráðsvalanum í Fuglafjarðar kommunu. Hann hevur framvegis ikki kallað nýggja býráðið saman at skipa seg, men hetta verður gjørt áðrenn freistin er farin.
- Tað verður áðrenn 1. januar, og vit fara ikki at sita nýggjársaftan klokkan 22 á fundi, sigur Ólavur Larsen.
Lista Á, fekk 45,3 prosent av atkvøðunum, og 4 býráðsessir. Listi F og listi B fingu ávikavist 3 og 2 býráðslimir. Listi F og listi B hava skipað seg í meiriluta. Ólavur Larsen heldur ikki at listi Á hevur fingið nóg mikið í sín part.
- Vit hava ikki fingið meira enn teir lógarkravdu nevndarsessirnar