Jóanis í Hoygarðinum verður nýggjur borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Skúvoyar kommunu hevur einmalt samtykt at velja nýggja bóndan í Skúvoy til borgarstjóra

Sitandi borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, Poul Ásmund Tórarenni, valdi ikki at stilla uppaftur á kommunuvalinum hin 12. november. Soleiðis fer hann frá sum borgarstjóri og úr bygdarráðnum í Skúvoyar kommunu við árslok.

 

Um dagarnar hevur nývalda kommunustýrið í oynni skipað seg. 

 

Fyrstvaldur á listanum var Harry Jensen við 14 atkvøðum. Hann hevur sitið nøkur skeið í bygdarráðnum, harav eisini nøkur ár sum borgarstjóri. Næstvaldur var Jóanis í Hoygarðinum við 10 atkvøðum, og hann er nývaldur.

 

Tað eru bert trý umboð í bygdarráðnum í Skúvoy, og triðja umboðið er Jákup Andrias Thomsen, sum hesaferð varð valdur við fýra atkvøðum. Hann er sjómaður og hevur eisini sitið í bygdarráðnum í øðrum umførum.

 

Tá bygdarráðið um dagarnar var saman á skipanarfundi, varð Jóanis í Hoygarðinum einmalt valdur til borgarstjóra. Hann er tilflytari úr Havn, men býr nú í Skúvoy, har hann eisini hevur keypt jørð og hevur seyð.

 

##med2##

 

- Eg haldi, at vit hava fingið ein spennandi borgarstjóra, og vit eru spent eftir at vita, um ikki onkrir nýggir tankar fara at spríkja úr nýggja manninum, sum nú býr her og rekur garð her úti.

 

Tað sigur fyrstvaldi bygdarráðslimurin, Harry Jensen, sum leggur aftrat, at nýggi bóndin í Skúvoy - og nú eisini komandi borgarstjórin - eisini hevur keypt sær hús í bygdini og vísir seg at trívast væl í Skúvoy.