Eitrað við Novichok í Týsklandi

Ein týsk-russisk kvinna er í dag innløgd á eitt sjúkrahús í Berlin.

Illgruni er um, at hon varð eitrað við nervaevninum Novichok.

Tað upplýsir týski miðilin Tagesspiel.

Løgreglan í Berlin skrivar á sosiala miðlinum X, at tey kanna eina møguliga drápsroynd í sambandi við illgruna um eitran av eini kvinnu.

Kvinnan er innløgd á isolatiónsdeild á Charité sjúkrahúsinum.