HB hevur góðtikið eitt boð upp á Samuel J. Chukwudi frá finska felagnum Seinäjoen Jalkapallokerho, stytt SJK. Sum skilst fer miðverjin til finnlands ein komandi døgunum at gjøgnumføra skiftið. Ítróttarstjóran í HB, Símun Samuelsen, váttar ein part av søguni fyri In.fo.
- Eg kann vátta, at vit hava fingið eitt boð upp á Samuel og vit hava góðtikið tað. Nú er tað upp til Samuel og felagið at koma ásamt um treytirnar, sigur Símun Samuelsen.
Hann vil einki siga um hvat fyri felag talan er um, ella koma nærri inn á upphæddina. HB hevur seinastu tvey árini sent spælarar sum Mads Borchers og Dávid Reynheim víðari við sølu, meðan Hanus Sørensen fekk sáttmála við NK Celje í Slovenia.
- Vit eru nøgdir við boðið, sum vit hava fingið og tí hava vit góðtikið tað, sigur Símun Samuelsen.
In.fo hevur skilt at talan er um Seinäjoen Jalkapallokerho, sum bleiv nummar fýra í fjør í bestu finsku deildini. Talan er eitt felagið, sum eftir kappingarárið 2023 seldi spælaran Terry Yegbe til IF Elfsborg fyri millum fýra til fimm milliónir krónur.
Hetta merkir samstundis, at HB hevur ein spælara færri í hópinum til komandi kappingarár. Felagið hevur fyrr í vetrarsteðginum gjørt sáttmála við Áka Johannesen, ið kemur frá B68. Afturat honum so er einasti beinleiðis miðverjin Bartal Wardum, umframt Viljormur Davidsen, sum í fjør spældi sum miðverji tað mesta.
- Vit hava eyguni opin, men tað hevur ikki hægstu raðfesting beint nú, sigur Símun Samuelsen.
HB bleiv nummar trý í fjør.