Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hevur vent sær til Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og biðið Danmark um at steðga nýtsluni av sálarfrøðiligum kanningum av foreldrum - kendar sum FKU - sum verða nýttar í tvingsilsflutningsmálum av børnum. Eisini í Grønlandi.
Tað skrivar DR.
– Eg trúgvi staðiliga uppá, at danska stjórnin fer at taka seg saman nú. Hetta kann ikki halda fram, sigur Múte B. Egede við DR.
Hann fer at hava steðgað við at brúka kanningarnar beinanvegin og fer at hava eftirmett allar kanningar, sum longu eru gjørdar.
Sambært Egede hóska royndirnar ikki til grønlendska mentan. Sambært DR eru royndirnar ikki tillagaðar grønlendskari mentan, og atfinningar eru áður komnar frá eitt nú danska mannarættindastovninum.
- Vit hava roynt at trýst á í fleiri ár, uttan at danski almannamálaráðfrúan hevur tikið málið í álvara. Tí halda vit fram, tí málið skal fáa ein enda, sigur Múte B. Egede.
Í november stóðst aftur kjak um kanningarnar, tá eitt nýføtt barn hjá einari grønlendskari kvinnu í Thisted Kommunu varð tvangsflutt.
Í síðstu viku hitti Múte B. Egede Sophie Hæstorp Andersen, almannaráðfrú, um nýtsluna av kanningunum. Uttan at tað førdi til nakað.
Múte B. Egede ger vart við, at danska stjórnin hevur vitað "í minsta lagi í nøkur ár", at hetta er brot á mannarættindini. Um royndirnar ikki verða steðgaðar, er tað sambært Múte B. Egede "ein álvarslig skøva í lakkið í samstarvinum millum Grønland og Danmark".
Bæði í Esbjerg og í Keypmannahavnar kommunu eru royndirnar sleptar, skrivaði DR í november. Fjølmiðlarnir hava til fánýtis roynt at fingið eina viðmerking frá Mette Frederiksen til málið.
Sophie Hæstorp Andersen hevur sent eina skrivliga viðmerking til DR, har hon skrivar, at "sálafrøðiligar kanningar í barnamálum, sum ikki taka røtt atlit til málsligu og mentanarligu bakgrundina hjá grønlendskum familjum, skulu ikki brúkast."
/Ritzau/