Tórshavnar kommuna skrivar, at
Endamálið við at lata henda stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna filmsvinnuna sum eina týðandi vinnugrein.
Tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum eru viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.
Ein bólkur, ið er samansettur av umboðum fyri Stjórnarskrivstovuna, Mentamáladeildina, Hugskotið og miðlaserfrøðingi verður settur til at fyrireika, viðgera og gera tilmæli um játtan av stuðlinum. Tilmæli verður lagt fyri vinnunevndina til støðutakan og síðani tekur fíggjarnevndin endaliga avgerð um stuðul.
Umsóknarfreistin er tann 24. januar 2025. Søk her.
Umsøkjarar kunnu vænta sær svar í seinasta lagi tann 1. apríl 2025.