Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.
Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk. Tað er ALS sum tekur sær av hesari uppgávu í samstarvi við Jobmatch, og fer tað fram á bási teirra í Skálanum. Til ber at taka sítt CV við og fáa tað eftirmett á básinum hjá ALS.
Somuleiðis kunnu vitjandi fáa vegleiðing í mun til útbúgving-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Hetta er ein ráðgeving, sum Vegleiðingarstovan í samstarvi við Jobmatch bjóðar øllum teim vitjandi, og ber tað til at bíleggja sær eitt prát við Vegleiðingarstovuna inni á jobmatch.fo.
Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til sunnudagin 29. desember kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð.
“Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan millum annað framleiðslu, heilsu, hondverk, tænastu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin” sigur Katrin.
Jobmatch starvstevnan verður mánadagin 30. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.
Tórshavnar kommuna og Bakkafrost stuðla Jobmatch 2024