Kristrún Frostadóttir nýggj forsætisráðfrú í Íslandi

Forkvinnan í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, verður nýggj forsætisráðfrú í Íslandi, eftir at flokkurin fekk fimting av atkvøðunum á valinum.

Krsitrun Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini verður nýggjur forsætisráðfrú Íslands. Hetta sæst greitt, eftir at nýggj stjórn er skipað. - Mynd: Jónatan Klein/Ritzau Scanpix

Floksleiðarin, Kristrún Frostadóttir, verður nýggjur forsætisráðfrú Íslands.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Hetta hendir eftir at forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, skipaði nýggju stjórnina í dag eftir altingsvalið í november.

Málið hjá stjórnini verður at raðfesta búskapin í landinum, sigur Kristrun Frostadóttir, sambært íslendska miðlinum RUV.

Hetta skal millum annað gerast við at einfalda umsitingina í landinum. Millum annað verður sambært RUV ein ráðharrastova stongd.

Stjórnin vil eisini hava fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal halda fram við samráðingunum um ES-limaskap. Atkvøðugreiðslan skal fara fram í seinasta lagi í 2027.

Harumframt skal Ísland vera CO2-neutralt í 2040.

Tað er fyrstu ferð í søgu Íslands, at allir forleiðararnir í stjórnarflokkunum eru kvinnur. Tað er samstundis fyrstu ferð, at landið hevur havt kvinnuligan forseta og forsætisráðfrú samstundis. Tað skrivar Reuters.

Sambært RUV verður 36 ára gamla Frostadóttir eisini yngsti stjórnarleiðari í søgu Íslands.

Samfylkingin gjørdist størsti flokkur á valinum í november við 20,8 prosentum av atkvøðunum. Hetta gevur flokkinum 15 av teimum 63 sessum á tingi.

Í nýggju íslendsku stjórnini verða Samfylkingin, Flokkur Fólksins og Viðreisn.

Teir fingu ávikavist 10 og 11 sessir á tingi, Altingi, á valinum.

Teir tríggir stjórnarflokkarnir vóru í andstøðu móti undanfarnu stjórn.

Bjarna Benediktsson, forsætisráðharri, úr konservativa Sjálvstæðisflokkinum, stóð á odda fyri fráfarandi stjórnini.

Men eftir stórar trupulleikar í hansara samgongustjórn, mátti tað kasta handklæðið í oktober og útskriva val.

Sjálvstæðisflokkurin fekk 19,4 prosent av atkvøðunum á valinum og gjørdist næststørstur.

 

/Ritzau/

 

Krsitrun Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini verður nýggjur forsætisráðfrú Íslands. Hetta sæst greitt, eftir at nýggj stjórn er skipað. - Mynd: Jónatan Klein/Ritzau Scanpix