38 fólk doyðu í bussvanlukku í Brasil

Ein bussur við 45 ferðafólkum rendi á ein lastbil á einum motorvegi í Brasil. Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend.

 

38 av 45 ferðafólkum í einum bussi doyðu í vanlukku. Restin er á sjúkrahúsi, og støðan hjá teimum er álvarslig. - Mynd: Belo Horizonte Military Fire Dep/Reuters

Eldur kom í ein buss fullan av ferðafólki, sum rendi saman við einum lastbili í Brasil í dag. 38 fólk, íroknað bussførarin, doyðu.

Við bussinum vóru 45 fólk, og hini ferðafólkini eru flutt á eitt lokalt sjúkrahús og eru í lívsvanda.

Í fyrstu atløgu segði alarmsentralurin, at teir høvdu bjargað 13 fólkum úr bussinum.

Vanlukkan hendi um fýra tíðina um morgunin lokala tíð á einum motorvegi nærhendis býnum Teofilo Otoni í brasilska statinum Minas Gerais í landsynningspartinum av landinum.

Í fyrstu atløgu varð greitt frá, at eitt av dekkunum á bussinum brast, og síðani misti bilførarin tamarhaldið á bussinum, sum tí rendi á ein mótkoyrandi lastbil, sum var lastaður við flísum.

Men vitni á staðnum hava greitt frá, at ein granittsteinur datt úr lastini og á vegin. Sambært vitnum var hetta orsøkin til vanlukkuna, sigur tilbúgvingin.

- Bert kriminalteknisku kanningar kunnu staðfesta, hvør orsøkin er, sigur tilbúgvingin.

Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, skrivar á sosiala miðlinum X, at stjórnin er til reiðar at veita eina og hvørja hjálp til myndugleikarnar á staðnum.

- Eg syrgi djúpt og sendi mínar bønir til familjurnar hjá teimum fleiri enn 30 ofrunum í vanlukkuni í Teofilo Otoni í Minas Gerais. Eg biði fyri, at tey, sum yvirlivdu hendan ræðuliga sorgarleikin, koma fyri seg aftur, skrivar hann.

 

##med2##

Bussurin var á veg úr São Paulo til statin Bahia har eysturi í Brasil.

Trý ferðafólk í einum bili, sum eisini var partur av vanlukkuni, yvirlivdu. Bilurin endaði undir lastbilinum.

Bilførarin á lastbilinum flýddi av vanlukkustaðnum, sambært Reuters.

 

Ritzau/Reuters

 

38 av 45 ferðafólkum í einum bussi doyðu í vanlukku. Restin er á sjúkrahúsi, og støðan hjá teimum er álvarslig. - Mynd: Belo Horizonte Military Fire Dep/Reuters

Ein bussur hevur rent saman við einum lastbili á einum motorvegi nærhendis býnum Teofilo Otoni í landsynningspartinum av Brasil. - Mynd: Belo Horizonte Military Fire Dep/Reuters