Listi A uttan ávirkan á Sandi

Nú kallað varð inn til fundar at velja nevndir í nýggja kommunustýrinum á Sandi, høvdu vit tríggir á Lista A vónað at fingið ávirkan á avgerðirnar, ið tiknar verða komandi 4 árini á Sandi.

Men hóast vit staðiliga hava lagt upp til samstarv millum innvaldu listarnar, mugu vit bara ásanna at tey 4 á lista C als ikki hava hug at samstarva, og at nevndarbýtið tí varð avgreitt áðrenn vit møttu til fundar. 

Vit eru sera vónbrotnir um at okkara royndir at skipa samstarv á Sandi ikki bar á mál, tí komandi tíðin kemur at krevja, at allar góðar kreftir lyfta í felag fyri at menna okkara bygd. 

Vit tríggir á lista A vilja ynskja øllum sandingum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.

 

Hallur Jensen

Brandur Sandoy

Poul Klementsen