Tíðliga í morgun fekk løgreglan boð um, at klandur var í einum húsum í norðurøkinum. Løgreglan fór á staðið, og har klandur millum tvey fólk í sama húski. Fólk høvdu lagt uppí og steðgað støðuni. Tað endaði við, at løgreglan tók mannin við sær, tí hann var so uppfarandi.
– Hann var tí lagdur at sova her fyri at køla av, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hetta var klokkan 6 í morgun. Løtu seinni, stutt fyri klokkan 8, kom ein hýruvognur á politistøðina við eini kvinnu, sum var í so full og óstýrilig. Hon var eisini tikin inn á støðina. Hetta var mest fyri at tryggja, at hon kom trygt heim. Hon var full og kedd og avvarðandi hava nú verið eftir henni, sigur vaktleiðarin.
Aftur í gjár hava ungdóma plágað fólk í Havn við hesum bumbubrestunum úr avløbsreinsi.
– Vit síggja á Facebook, at fólk siga, at talan bara er um dreingjalótir. Men tá tað verður gjørt aftur og aftur og gongur mest út yvir tvey ávís húski í Havn, so er tað ikki stuttligt, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur, at hesir brestir hava verið ymsastaðni, men serliga gongur tað út yvir tvey ávís hús, har tað verður gjørt aftur og aftur. Løgreglan fór á staðið í gjárkvøldið, men fekk ikki fatur á nøkrum.