Amerikanska kongressin samtykti eina fyribils fíggjarlógaravtalu tíðliga í morgun umleið klokkan 5:30 okkara tíð.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Av hesum slepst undan, at amerikanski almenni geirin verður partvíst stongdur.
Freistin fyri nýggjari avtalu var í roynd og veru á midnátt lokala tíð.
Fyrr í gjár lokala tíð eydnaðist tað Umboðsmannatinginum at góðkenna avtaluna - áðrenn freistin var úti.
Men grøna ljósið varð seinkað í hinum kamarinum, Senatinum - og avtalan varð ikki samtykt fyrr enn beint eftir midnátt lokala tíð.
Sjálvt um freistin varð farin upp um ein hálvan tíma, varð ongantíð sett í verk ein verulig stongsl. Sostatt eydnaðist tað amerikanskum politikarum at sleppa undan tí í evstu løtu.
Nú manglar bara ein undirskrift frá Joe Biden forseta. Tað verður væntandi ein formalitetur.
Ein stongsul í USA hevði havt við sær, at arbeiðsmegi uppá umleið tríggjar milliónir fólk skuldi minkast munandi.
Hetta hevði rakt fleiri enn 800.000 starvsfólk, sum ikki verða mett at vera sosialt kritisk, og sum høvdu verið send heim uttan løn.
Hetta hevði rakt tjóðarlundir og aðrar almennar tænastur, m.a.
Onnur fleiri enn 1,4 milliónir samveldisstarvsfólk skuldu so arbeitt uttan løn, til fíggjarlógaravtalan varð gjørd.
Kongressin er í roynd og veru bundin av at gera avtalu um fígging til 438 ríkisstovnar innan 1. oktober á hvørjum ári. Her byrjar fíggjarárið hjá samveldisstjórnini. Men tann freistin verður sjáldan hildin.
Sáttmálin, sum júst er gjørdur, merkir, at lógarheimild er at halda ríkisapparatinum koyrandi til hálvan mars, tá nýggj fíggjarlógavtala skal vera uppá pláss.
Partur av nýggju fíggjarlógaravtaluni er ein hjálparpakki til hjálpar ofrum fyri náttúruvanlukkum eins og fíggjarligur stuðul til landbúnaðin.
Komandi forsetin, Donald Trump, hevur eisini arbeitt fyri at taka burtur galdandi skuldarloft næstu tvey árini, men meiriluti var ikki fyri tí.
/Ritzau/